Aftur í ár eydnaðist tað nevndini í grunni Thorvalds Poulsen av Steinum at finna eitt listafólk, sum hevur uppiborið 60.000 kr. fyri listagávur sínar. Gávan varð latin 29 ára gomlu listakvinnuni Marionnu Mørkøre, sum fæst við eksperimenterandi list, eitt nú við sjónbandaløgum, klædnamóta og myndatøkum. Gávan verður latin listafólki, sum nevndin metir skarar framúr og tí kann koma langt á síni listarligu leið. Endamálið við grunninum er at stuðla og eggja ungum fólki at fáa sær listarliga útbúgving.
Til New York
Spurd, hvat hon fer at brúka pengarnar til, segði ein sera fegin Marianna Mørkøre við Sosialin, at ein partur fer til nýggja útgerð. Harumframt ætlar hon sær at halda 30 ára føðingardagin í New York, so hon kann fáa nýggjan íblástur til virki sítt.
Handanin fór fram á tíðindafundi á Fróðskaparsetrinum fríggjamorgunin, har Jóan Pauli Joensen, rektari, handaði Marionnu heiðursbræv og peningagávuna. Umframt hann, eru Oddfríður M. Rasmussen, formaður í LISA og Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag limir í nevndini fyri grunnin.
Hegni og gávur
Í grundgevingini segði nevndin: Marianna Mørkøre hevur víst hegni og stórar skapanargávur á fleiri listarligum økjum. Hon arbeiðir við tónleiki, grafikki, filmi og dansi. Listaverkini hjá Marionnu flyta mørk og bróta niður vanabundna hugsan um list. Í hennara listaverkum er alt møguligt, og her er ein samansjóðan av øllum teimum kendu listarligu úttrykkunum. Hervið kemur nakað nýtt fram, sum er sermerkt. Marianna hevur nomið sær útbúgving á bachelor stigi í Fasion Promotion í Onglandi , og longu tá gjørdi hon vart við seg, tá hon vann skúlakappingina “the Media & design Award”.
Eftir lokna útbúgving hevur hon verið sera virkin. Hon hevur síðani 2005 havt fleiri framsýningar í Týsklandi, Svøríki, Danmark, Ungarn, Bretlandi, Litava og Føroyum. Í Føroyum kom hennara styrki sum listafólk týðiliga fram, tá ið hon hevði eina visuella konsert á Meiarínum við heitinum “Investigation of a Dog” við kendum føroyskum tónleikarum. Seinasta arbeiði hennara er sjónbandalagið hjá Teiti Lassen “ongar pengar”. Vit rokna við at Marianna fer at koma langt á listaleið síni, hon gevst ikki á hondum og ætlar sær at útbúgva seg víðari á listaskúla.