Íslendsku Ampop var næsti bólkur á AME-pallin leygarkvøldið, teir byrjaðu friðarliga. Men síðani koyrdu teir á motorin og hóast teir bert eru 3 mans, so fyltu teir stóra salin Tónleikurin er rútmiskt eksperimenterandi og eisini øðrvísi á so mangan annan hátt. Talan er tó um rocktónleik, men av serligum slag. Til tíðir droymandi ljómborð, hóast løgini ikki er so droymandi. Hetta er íslendskur rockur. Kanska sofistikeraður punkur til tíðir. Sjálvir hava teir eyðmerkt tónleikin við stutt og greitt at nevna hann ampop!
Teir endaðu við einum braki, eftir eina fína framførslu, og ein kann ikki annað, enn siga, at hetta var veruliga gott! Og tað tóktist, sum lurtarafjøldin - sum enn ikki var fullmannað, tí føroyingar koma sjáldan til ásetta tíð - gav eisini Ampop lógvabrestir, ið bóru boð um, at fjøldin vildi fagna bólkinum fyri sítt avrik.