- So havi eg hugt eftir uppskotinum um eina nýggja fiskivinnunýskipan. Um hetta er endaliga uppskotið, so fáa vit ta mest fløktu og kompleksu skipan, sum nakað land í heiminum hevur.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður og fyrrverandi løgmaður. Á sínari Facebook-síðu í kvøld heldur hann fyri, at uppskotið til nýggja fiskivinnunýskipan líkist einum "eksperimenti" av teimum heilt stóru, sum hann tekur til.
- Her verða trý sløg av loyvum skulu bjóðast út á uppboðssølu - uttan at nakar veit, hvussu nógv verða av hvørjum.
Fyrrverandi samgonguleiðarin vísir á, at eitt nýtt ráfiskabýti ella sokallaðar økiskvotur nú aftur gerast veruleiki, og tað heldur hann er politisk útlutan sum vil nakað.
- Hetta kallaði núverandi samgonga korruptión, tá teir sótu í andstøðu. Loyvi skulu nú kunna sigast upp á hvørjum ári, vísir hann á.
Kaj Leo Holm Johannesen heldur seg ongantíð áður hava sæð eitt lógaruppskot við so nógvum kunngerðarheimildum - ja, hetta verður ein "fyrisitingarlig marra", onkur nevndi í ÚF í kvøld.
Men, heldur fyrrverandi løgmaður so, at fiskivinnunýskipanin, soleiðis sum skotið verður upp, verður arbeiðsskapandi fyri umsitingina?
- Kunngerðarheimildin er so stór og umfatandi, at eingin løgfrøðingur megnar at fylgja við blankokekkinum til komandi landstýrismenn í fiskivinnumálum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen á sínari Facebook-síðu í kvøld.










