Eksklusivhandil ein diskriminatión

- At lata ein eksklusivhandil upp í SMS við whiskey-, cognac- og vínsløgum er ein diskriminatión móti øli, sum bæði er ein góð og bílig framleiðsla, sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór

Rúsan skal tjena 1,6 milliónir meir, enn framskrivingarnar higartil vísa, fyri at kunna liva upp til avlopskravið, sum ásett er í fíggjarlógini. Og ein liður í hesi meirinntøku skal koma frá einum eksklusivhandli í SMS.
Sambært stjóranum í Rúsdrekkasølu Landsins, Elsu Mariu Olsen, skal hesin handilin selja »betri dropar«, enn framan undan fáast í sølustøðum hjá Rúsuni kring landið.
Serliga verður hugsað um fínaru sløgini av whiskey, cognac og so meiri eksklusivu vínsløgini.
Hartil skal handilin í SMS eisini selja ymsar lutir, sum hava við vøruúrvalið hjá Rúsuni at gera, eitt nú vínopnarar og whiskey-, cognac- og víngløs.
Øl kann í minni mun býtast upp í betri og dýrari dropar, og verður tískil ikki ein partur av vøruútboðinum í handlinum í SMS. Og tað hóvar Einar Waag, stjóra í Føroya Bjór, illa.
- Eg haldi, at tað er ein beinleiðis diskriminatión móti einari bæði góðari og bíligari framleiðslu. Tað er staðfest, at sølan av øli er minkað 10% higartil í ár, og við at Rúsan leggur meira vinning á føroyska ølið fer neyvan at betra um ta støðuna, sigur Einar Waag.

Óskiljandi
Stjórin á Føroya Bjór sigur, at tey fyri einari viku síðani ella so fingu bræv frá Rúsdrekkasølu Landsins har boðað varð frá, at sum ein liður í at liva upp til avlopskravið á fíggjarlógini vóru 50 oyru løgd á hvørja løsku av føroyskum øli, ið selt verður í Rúsuni.
- Tað ger ikki tann stóra munin og merkir bara, at vit tjena eitt sindur meira upp á fløskuna. Vit fara eisini at leggja hesa somu príshækking á ølið, sum vit selja frá okkara egnu goymslum, sigur Einar Waag.
Men hann – eins og flestu aðrir føroyingar – undrast stórliga á politikkin, sum verður førdur á rúsdrekkaøkinum.
- Tað er totalt ólogiskt, at Rúsdrekkasøla Landsins skal liggja undir einum risastórum avlopskravi, samstundis sum almenni rúsdrekkapolitikkurin miðar ímóti at tálma nýtsluni, sigur Einar Waag.
Hann heldur annars, at rúsdrekkanýtslan í Føroyum í heila taki er minkandi.
- Eg haldi tað skyldast kreppuni. Tað er nústaðni gingið upp fyri føroyingum, at ein kreppa hevur rakt landið, og tað er hetta, sum ný merkist aftur á søluni av rúsdrekka í Føroyum, sigur Einar Waag.