Eksilføroyingar í heitu pottunum

- Ganga glipp av nógvum, um tey stinga halan millum beinini.

Meðan ruðuleiki valdar rundanum teir, og tjaldingarøkið verður tikið niður, sita tveir mans og njóta lívið í heitu pottunum.


Tað eru Edmund S. Jacobsen og Hans Petur í Brekkunum, ið kalla seg sjálvar eksilføroyingar, ið njóta dagin hóast ringa veðrið.


- Vit hava verið fastir gestir í pottunum allar dagarnar. Veðrið hevur verið gott hinar báðar dagarnar, og nú kom eitt lítið æl, siga teir báðir við einum brosi.


Rundanum okkum arbeiða fólk av øllum alvi at pakka saman. Básar verða tiknir niður, meðan tjaldingarøkið verður tómt, men tað ávirkar ikki teir báðar.


- Tey ganga glipp av nógvum, um tey stinga halan millum beinini. Tey missa ein triðing av festivalinum, sigur Edmund.


Teir báðir meta tó, at tað var ein røtt avgerð at flyta konsertirnar.


- Tað var rætt at lukka stóra pallin, tí talan er um mannalív og stór virðir, ið standa uppá spæl.


Teir eru annars sum heild væl nøgdir við festivalin higartil.


- Hetta hevur verið ein góður festivalur við nøkrum góðum konsertum. Her eru nógv fantastisk og positiv fólk. Øll eru so blíð og glað.