Eksem av stuðulsarmbondum

Ljósareyðu armbondini við áskriftini Støt Brysterner, sum Kræftens Bekæmpelse í Danmark selur til frama fyri granskingina í bróstkrabba, eru undir illgruna, fyri at vera orsøk til eksem.

Húðlæknin Christian Avnstorp á Dansk Dermatologisk selskab sigur við útvarpsrásina, DR Vejle, at tey hava fingið fleiri áheitanir frá fólki um hesi armbond. Í løtuni verða armbondini kannaði á Teknologisk Institut.
Úr Kræftens Bekæmpelse verður sagt, at tey sjálvandi eru sera kedd av hesum, men bíða eftir úrslitinum av kanningini, áðrenn avgjørt verður at steðga søluni av armbondum.