Ekliptika trilvandi byrjan

Brøðurnir, Christian og Karsten Mathissen, sum eiga línubátin Ekliptika saman við norðmanni, hava ikki mist vónina, hóast hesin fyrsti túrurin hjá skipinum ikki eydnaðist nakað serligt

Alternativ

Línubáturin Ekliptika hjá brøðrunum, Christiani og Karsteni Mathisen í Klaksvík, er komin aftur av sínum fyrsta túri. Ekliptika er fyrrverandi norski línubáturin, Øyliner, sum fleiri føroyingar áður hava siglt við.
Ekliptika er eitt alternativ til føroyska línuskipaflotan annars, tí skipið hevur ikki fiskiloyvi á føroyska landgrunninum. Skipið, sum er ein frystilínubátur, er keypt og sett í stand til fiskiskap í altjóða sjógvi.
Hesin fyrsti túrurin gekst ikki nakað at reypa av, men tað merkir tó ikki, at brøðurnir hava mist vónina um, at hetta fer at bera til.
Hendan fyrsta túrin hava teir eitt nú roynt á Reykjanesrygginum og á Flemmish Kap, har nógvur fiskur vísti seg at vera at fáa í støðum.
Nakrir dagar fóru fyri skeytið, tá ið skipið var inni í Íslandi.
Christian Mathisen sigur, at av túrinum, sum vardi í fimm vikur, royndu teir bert í einar 10 dagar tilsamans.
- Umframt tíðina, vit mistu, tá ið vit fóru inn í Íslandi at umvæla okkurt brek, hava vit siglt nógvar fjórðingar ? yvir á Flemmish Kap og heimaftur.
Hann sigur, at tíverri vísti tað seg, at brek var á frystiskipanini, soleiðis at lastin misti kulda, meðan teir vóru á Flemmish Kap.
- Vit skundaðu okkum heim, men kortini er ein stórur partur av lastini, sum tilsamans vá eini 20.000 pund, farin fyri skeyti.
Christian Mathisen sigur, at frystiskipanin verður umvæld, áðrenn farið verður nýggjan túr.
Sosialurin fer at venda aftur til royndirnar, sum Ekliptika gjørdi á hesum fyrsta túrinum.