Ejnar Mikkelsen avloysir Triton

Vaktarskipið Ejnar Mikkelsen hevur loyst Triton av sum vaktarskip við Føroyar. Skipið verður í Føroyum komandi 3 mánaðirnar.

Tað skrivar Færøernes Kommando á heimsíðuni.

Ejnar Mikkelsen hevur júst verið við Grønland í 7 mánaðir, og steðgar nú í tríggjar mánaðir í Føroyum á veg til Danmarkar, har skipið skal til garantisýn.

Síðsta partin av tænastuni við Grønland hevur Ejnar Mikkelsen patruljerað sunnanfyri Nuuk.

Ferðin til Føroya er umvegis Ísland. Ferðin til Íslands, har skipið var eftir provianti, gekk tó ikki sum eftir ánni. Tá Ejnar Mikkelsen sigldi út frá Prins Christians Sund, kom tað í eitt stormlágtrýst við nógvum vindi og 10 ? 12 metra aldum.

Ferðin úr Íslandi til Føroya var tó sera góð boðar Færørenes Kommando frá.