EJM-landsliðið í svimjing fór um vikuskiftið til Íslands at venja á langgeil, sum fyrireiking til evropeisku meistarastevnuna í Beograd í summar. Hin 4. og 5. juni fer landsliðið at luttaka á Mare Nostrum svimjistevnuni í Barcelona, og hin 25. juni til 1. juli eru tað Oyggjaleikir á Isle of Wight, áðrenn leiðin gongur víðari til venjingarlegu og EJM í Beograd.
EJM-landsliðið eru Birita Debes, Cecilia W. Eysturdal og Heðin L. Olsen úr Ægir, umframt Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag. Venjari er Petur Heðin á Fløtti, og ferðaleiðari á venjingarleguni í Íslandi er Súsanna Debes.
Eftir ætlan skulu tey venja partvís fyri seg sjálvi undir leiðslu av Petur Heðini á Fløtti og partvís saman við íslendsku Ægir og navnframa venjaranum, Jacky Pellerin.
Pellerin vandi í síni tíð heimsmeistaran og evropameistaran, Franck Esposito, sum í 2002 setti heimsmet í 200 firvald á stuttgeil. Pellerin venur nú millum annað íslendska meistaran í bringusvimjing, Jakob Jóhann Sveinsson.
Tað er Svimjisamband Føroya, sum ber hesi tíðindi í tíðindaskrivi, sum sent er miðlunum.