Ejler Jacobsen ógvuliga vónbrotin

?Eg havi havt skip í 30 ár, men eg havi aldrin verið úti fyri nøkrum líknandi, sigur hann

? Hetta hevur fullkomiliga tikið hátíðardámin av øllum.

Ejler Jacobsen, reiðari í Havn er ógvuliga vónbrotin av framferðini hjá norsku skipasmiðjuni, sum hevur smíðað nýggju Krúnborg

Sum tað sæst á greinini omanfyri, hevur ósemja tikið seg upp í samband við sáttmálan um byggingina av nýggju Krúnborg, og norska skipasmiðjan vil ikki lata hana sleppa til Føroyar, fyrrenn ósemjan er loyst. ? Hetta hevur fullkomiliga tikið hátíðardámin av tí, sum skuldi verða ein stórur dagur, sigur Ejler Jacobsen.

Hann sigur, at hýrurin nú er langt frá tí, hann var tá ið hátíðarhald var fyri veitsluklæddum fólki, tá ið Krúnborg varð doypt.

Annars sá alt so bjart út, og so seint sum mikudagin, hevur Vestcon skipasmiðjan lýsing í norska blaðnum Fiskaren, har hon takkar fyri sáttmálan og ynskir reiðara og manning tillukku og góða eydnu við nýggju Krúnborg.

Men hesi góðynski heldur Ejler Jacobsen lítið um.

? Eg havi havt skip í yvir 30 ár. Og eg havi eisini smíðað skip.

? Men eg havi ongantíð verið úti fyri nøkrum líknandi, sigur hann.

Hann sigur, at krøvini frá norsku skipasmiðjuni taka grundarlagið undan sáttmálanum um nýggju Krúnborg og á miðdegi í gjár visti hann ikki, hvussu alt fór at verða, tí tá var ongin loysn í eygsjón.


Í sera góðum standi

Ejler Jacobsen sigur, at gamla Krúnborg er í sera góðum standi.

? Ongin hjálpimotorur er eldri enn fýra ár. Frystaríið er eisini nokk so nýtt og somuleiðis alt á brúnni. Nýggjur kraftblokkur, sum er tvær ferðir so stórur sum tann gamli, er settur í, og lossipumpan er nýggj.

?Men hon er 27 ára gomul, og tá kann altíð okkurt vera at finnast at hjá klassanum.

? Men vit hava hildið okkara skyldur og vit ætla ikki at biðja klassan koma umborð einaferð afturat.

Sjálvur orkar hann ikki at togast við norsku skipasmiðjuna longur og hann er rýmdur til Danmarkar undan øllum.

Men hann er ikki tann einasti, sum er rýmdur.

Tí nógv av teimum, sum høvdu ætlað sær at siglt heim við nýggju Krúnborg, vóru heim leygardagin. Og nær havnarfólk so loksins sleppa at flagga liggur sostatt enn úti í tí óvissa......