Eivør er farin undir at senda eitt tíðindabræv út til fjepparar sínar einaferð um mánaðin.
Í mánaðarbrævinum fyri november, ið Eivør sendi út seint í november, kundi man lesa um Týsklandsferðina hjá Eivør, um bókaúgávuna Skrímslið lítla systir mín og um sjónbandalagið til Far away. Til ber at lesa nýggjasta tíðindabrævið á leinkjuni niðanfyri.
Tíðindabrævið er á enskum og Eivør lovar á sínari Facebooksíðu, at tað verður regluligt.
Eivør ferðast nógv kring heimin, og tí er sjálvandi nógv ymiskt at skriva heim um, tí er tíðindabrævið eitt gott høvi til at sleppa at fylgja við í hvat eitt av okkara fremstu og mest umbidnu tónleikanøvnum tekst við.