Í kvøld bjóðar Margretha drotning til sokallað kvøldsgildi fyri list og mentan á Christiansborg Slot, har fólk úr danska mentunarpallinum eru boðin.
Sum væntast kann, so er talan um nøkur tey fremstu fólkini innan mentan og list, ið savnast á Christiansborg. Millum teir 350 gestirnar eru kend fólk sum Susanne Bier, Trine Dyrholm, Sidse Babett Knudsen, Christian Eriksen og Daniel Agger.
Føroyingar eru eisini at finna millum teir 350 gestirnar. Føroyska songkvinnan Eivør og tónasmiðurin Tróndur Bogason, ið bæði vunnu FMA virðislønir um vikuskiftið, eru at finna á gestalistanum.
Tey eru ikki einsamøll føroyingar á Christiansborg Slot í kvøld, tí eisini Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen, ið er gift við Lars Løkke Rasmussen, danski forsætisráðharrin, er bjóðað til kvøldsgildið.
Hetta er fimtu ferð, at Margretha drotning skipar fyri kvøldsgildi fyri list og mentan. Áður hevur hon verið vertur fyri líknandi kvøld í 1976, 1985, 1998 og 2009.