Eivør er í hesum døgum á konsertferð í Danmark, Týsklandi og Eysturríki, hon byrjaði í gjárkvøldið í Jyderup.
Á Facebooksíðuni sigur songkvinnan, at byrjanin á konsertferðina var góð og gandakend, og takkar áskoðarum og sínum bólki og hjálparfólkum
Eisini ber til at síggja myndir frá konsertini við at vitja hana á Facebooksíðuni her, har er eisini yvirlit yvir konsertirnar á ferðini.
Niels-Jacob Dandanell hevur tikið myndirnar.