Tá HBO í farnu viku lýsti fyri komandi pørtum av sjónvarpsrøðini Game of Thrones, var tað Eivør og framleiðarin Cato, ið stóðu fyri ljóðsíðuni.
Game of Thrones er ein av heimsins best umtóktu sjónvarpsrøðum, og hyggja millum 6 og 7 milliónir hyggjarar at røðini hvørja ferð ein partur verður sendur á amerikansku sjónvarpsrásini HBO.
Ein nýggj sesong er júst byrja, og tað er lýsingar fyri hesa sesong, ið brúka lagið “So Close To Being Free” hjá Eivør, ið upprunaliga var á fløguni “Larva”, men nú er re-mixa av Cato, ið er kendur tónasmiður og framleiðari, ið hevur gjørt tónleik til hópin av filmum.
Enn er lýsingin ikki tøk á netinum, men til ber at hoyra sangin omanfyri. Hann er eisini tøkur til download á eitt nú iTunes.