Eivør gandaði í Gøtu

Væl kent er, at navframi Tróndur í Gøtu dugdi meira enn at mata seg. Í kvøld vóru gandakynstrini tó givin víðari til bygdakvinnuna, Eivør, sum við síni fangandi rødd rúnarbant Gøtusand.

- Gott kvøld. Tað er fantastiskt at kunna vera her saman við tykkum øllum her í heimbygd míni, har eg havi slitið mínar barnaskógvar. Tit eru fantastisk.

 

Jú, Eivør var væl uppløgd, nú hon fekk møguleikan at framføra á heimabana. Songfuglurin úr Prix Føroyar vinnaranum í 2001, Clickhaze, sang og spældi seg beint í hjørtuni á teimum flestu festivalgestunum á sandinum.

 

Hon hevur verið aktuel rímiliga leingi eftir hondini, men áhugin fyri diva’ini úr Syðrugøtu er eins stórur nú, sum hann altíð hevur verið. Um ikki størri.

 

Eivør hevur givið nógvar fløgur út gjøgnum ár og dag, og var tað ein góður blandingur av sangum av øllum fløgunum, sum fingu loyvi at verða spældir. Hitt sum Trøllabundin og True Love taldist eitt nú millum hesar.

 

Veðrið hevur hildið sær á teirri góðu síðuni allan dag, og tað merkist veruliga í Gøtu. Fólk sita avslappað í hvørjum horni og hvørjum steini á sandinum, meðan tey njóta tónleikin. Hugnin – ella G! hugnin - er veruliga follin yvir Gøtubygd, og vónandi er hann komin fyri at vera.