Heiðurin fekk hon frammfyri hundraðtals sangarum og sangskrivarum í Keypmannahavn. Hon fekk heiðurin frá sínum starvsfeløgum, nevniliga professionellum sangarum og sangskrivarum í Danmark.
Um orsøkina til at geva Eivør Pálsdóttir heiðurin , sigur DJBFA:
Når hun synger, sidder vi ”trollbundna”. Vi smager på regnen, ser de grønne bakker og klipperne. Så hører vi lydene af havet, kraften i hendes råb, der veksler med hvisken der igen bliver til ord der duver på lydbølgerne i rummet. Og der midt i det hele mærker vi hver især, hvordan at hun byder os alle velkomne helt ind i hendes varme hjerte.
M.a. hesi orðini mælti DJBFAs forkvinnan Susi Hyldgaard , tá Eivør varð heiðrað.
Í tíðindaskrivi minnir DJBFA á, at Eivør í 2004 varð útnevnd Ársins Føroyingur og í 2006 Årets Danske Folk Vokalist,
Tveir aðrir móttakarar fingu eisini heiður frá DJBFA, Gunnar Madsen frá ROSA og tónleikarin Anders Trentemøller Andersen.
Við heiðurinum fylgir ein sonevnd statuette eftir Stefan Nielson og 25.000 krónur.
DJBFA hevur 40 ár á baki og er savnandi fyri 1500 professionellar komponistar og sangskrivarar í Danmark innan rútmiskan tónleik, jazz, folk, rock, pop, elektro og hiphop.










