Tá Gaffa.dk skrivar skrivar um Copenhagen Music Festival, so er tað Eivør, ið prýðir myndasíðuna av greinini.
Eivør er ein av luttakarunum á festivalinum, og er hon eisini vald, millum mongu luttkararnar, sum myndevni til greinina.
Festivalurin verður 3. september í Keypmannahavn. Har verða 75 konsertir á 29 pallum.
Sum navnið bendir á, so eru luttakarar úr øllum heiminum, men av luttakandi nøvnum, sum eru av okkara leiðum, kunnu nevnast Afenginn, Svøbsk, Bjonko, Eivør , Sexican, Fatma Zidan, Jorge Cordero, Klumben & Raske Penge.










