- Eg var bergtikin av framførsluni hjá føroyska, vakra sprundinum, Eivør Pálsdóttir, sum Marilyn Monroe.
Soleiðis sigur Morgan McPerson, ið hevur ummælt operuna Marilyn Forever, har Eivør hevði høvuðsleiklutin sum kenda sjónleikarinnan Marilyn Monroe. Hann er ummælari á kanadisku online útgávuni av The Charlebois Post, sum er um listarligar framførslur av ymsum slag.
Operain Marilyn Forever bleiv framførd fríggjakvøldið og leygarkvøldið í farnu viku í leikhúsinum MacPherson Playhouse Theatre, sum er í Victoria í Canada.
Kanadiski ummælarin hevur bara gott at bera føroyska sangfuglinum.
Eitt nú skrivar hann í ummælinum, hvussu væl Eivør riggaði í útsjónd við vøkrum krúllum í hárinum, rubinreyðum varrum og gekk á pallinum sum ein sonn filmstjørna.
Eisini skrivar hann um røddina, sum hann heldur ljóðaði bleyt og jazzut, men hevði eisini eina serstaka orku.
Til ber at lesa alt ummælið við at trýsta her