300.000 skattafríar krónur. Tað er tað, sum fylgir við teimum fimm heiðrunum, sum Norðurlandaráðið í gjárkvøldið gav teimum fimm virðislønarvinnarunum.
Síðani 1995 hevur heiðurslønin verið 350.000 krónur, men í sambandi við, Ráðharraráðið hjá Norðurlandaráðnum hevur samtykt visjón 2030 um, at Norðurlond skuldu gerast heimsins mest burðardygga og integreraða øki í heiminum, er hendan virðislønarupphæddin minkað við 50.000 krónum til 300.000 krónur.
Virðislønir sum hesar eru skattafríar.
Eivør Pálsdóttir er áttandi føroyingur, sum fær heiðursløn Norðurlandaráðsins. Tann fyrsti var William Heinesen, sum í 1965 fekk bókmentavirðislønina. Síðani Rói Patursson, sum eisini fekk bókmentavirðislønina í 1986.
Føroysku vinnararnir eru hesir:
- William Heinesen, bókmentavirðisløn 1965
- Rói Patursson, bókmentavirðisløn 1986
- Sunleif Rasmussen, tónlistavirðisløn 2002
- Bogi Hansen, umhvørvisvirðisløn 2006
- SEV, umhvørvisvirðisløn 2015
Bárður Oskarsson, barna- og ungdómsbókavirðisløn 2018
Jens-Kjeld Jensen, umhvørvisvirðisløn 2020
- Eivør Pálsdóttir, tónlistavirðisløn 2021
Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins varð latin á fyrsta sinni í 1962.
Tónlistavirðislønin síðan 1965 og mhvørvisvirðislønin er latin síðan 1995.
Eitt sindur um tær fimm virðislønirnar:
* Tær fimm virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum eru bókmentavirðisløn, filmsvirðisløn, um hvørvisvirðisln, tónlistavirðisløn og barna- og ungdómsbókmentavirðisløn.
* Tær fimm virðislønarnevndirnar velja tey tilnevndu og vinnaran.
* Virðislønirnar eru fyri at varpa ljós á tætta norðurlendska mentanarsamstarvið
* Norðurlandaráði hevur limur úr Danmar, Noreg, Svøríki, Íslandi, Finnlandi, Føroyum, Grønlandi og Álandi.
* Endamálið við mentanarvirðislønunum er at økja áhugan fyri bókmentum, máli, film og tónleiki í norðurlondum.
* Við heiðrinum fylgja 300.000 skattafríar danskar krónur og virðislønarstandmyndin Nordlys.