Hóskvøldið 28. januar 2016 rísur Kópakonan enn einaferð úr havinum, letur seg úr haminum og trínur á pall í Norðurlandahúsinum saman við ongum minni enn DR Big Band og DR VokalEnsemblet.
Saman við hesum ríkisins bestu tónleikarum og sangarum sigur Eivør frá eini tónlistaligari søgu við rót í norðurlendsku søgnini um Kópakonuna, um havið, kærleikan og stríðið ímillum nátturu og sivilisasjón.
Eivør hevur saman við rithøvundanum Marjun Syderbø Kjelnæs og tónaskaldinum Peter Jensen skrivað hesa flottu endursøgn av søgnini um Kópakonuna. Verkið er abstrakt, men eisini sera kensluborið, og fer fram í eini sermerktari ljóðrúmd við ljóðum úr náttúruni og brotum úr Kingo sálmum. Ljóðlistamaðurin Morten Büchert hevur skapt ljóðrúmdina.
Verkið varð bílagt av DR Big band og DRVokalEnsemblet og varð frumframført í Danmark í 2014. Ein ummælari segði tá um Kópakonuna:
- So skjótt teir fyrstu tónarnir vóru spældir, hoyrdi áhoyrarin ótamda gangin av havinum við grýtutu norðurlendsku strendurnar, og við máttmikla sanginum og sterku útstrálingini hjá Eivør, var man ikki eitt sekund í iva um, at hon júst var risin upp úr havinum eins og Kópakonan.
Konsertin við Eivør, DR Bigband og DR Vokalensemblet er partur av Vetrarjazz 2016.