Eivør er ársins einstaklingur innan bólkin popp/rokk. Tað er greitt aftaná, at songkvinnan fyri løtu síðani varð avdúkað sum vinnari av FMA virðislønini.
Eivør vinnur heiðurslønina eftir eitt virkið ár, har hon hevur útgivið tvær útgávur, Bridges og Slør.
Hini, ið vóru tilnevnd til virðislønina ársins einstaklingur/bólkur í popp/rokk bólkinum vóru Hamradun, Marius, Lyon og Steso.