Eivør, ið leygarkvøldið vann tvær FMA heiðurslønir fer nú á konsertferð í Danmark, Týsklandi og Eysturríki.
Mikudagin 26. mars leggur Jyderup Højskole pall til fyrstu konsertina á várkonsertferðini hjá Eivør Pálsdóttir. Konsertferðin telur 9 konsertir í 9 dagar í trimum ymiskum londum, slag í slag gongur leiðin úr Jyderup til Tønder, til Køln, til Halle, til Aschaffenburg, til Hannover, til Erlangen, til Salzburg til Ebenesee í Eysturríki, har Eivør og bassleikarin Mikael Blak spæla síðstu framførsluna. 4. apríl.
Eivør og Mikael hava áður ferðast saman sum duo, og verður hetta lýst sum ein intim duo uppseting.