Eivør á heimabana

Heimakonser hjá Eivør beinleiðis á íslendsku Rás 2.

Í kvøld klokkan 22 føroyska tíð spælir Eivør eina akustiska konsert úr stovuni hjá sær í Hafnarfirði.

 

Eivør gav fyrr í ár út fløguna Bridges og er júst heim aftur komin av konsertferð í miðevropa. Um vikuskifti spældi hon eisini útgávukonsertir í Føroyum, millum annað eina sera væl umtókta konsert í Løkshøll.

 

Konsertin verður send beinleiðis á íslendsku Rás 2 og hoyrist her.