Hósdag 18. septembur? sunnudag 28. septembur 2003. 1400 - 1900 hava Kirsten Mørup Jeppesen og Eivindur í Gongini framsýning.
Kirsten og Eivindur gingu saman á Billedskolen á Jagtvejen í 1997 og 1998, og hava havt framsýning saman áður í Smiðjuni og í Danmark.
Kirsten sum er hálvur Kvívíkingur, var í Før-oyum í ár 2000 har hon sýndi fram í Smiðjuni, samstundis sum hon málaði vatnslitismyndir við motivum úr Føroyum. Hesi bíløt av føroysku náttúruni góvu Kirsten íblástur til at arbeiða viðari við olju á lørift, tá hon kom aftir til Danmarkar, og er hon nú aftur í Føroyum, og sýnir fram hesar vatnlitsmyndir og oljumálningar.
Eivindur hevur arbeitt í fjareysturi seinastu 3 árini, og hevur ikki sýnt fram í Frøroyum í hesum tíðarskeiðnum. Men nú meinar hann, at áhugin fyri India og fjareysturi er vaksandi eisini her hjá okkum, tí hevur hann valt, at sýna fram myndir, sum hann hevur málað við indiskum motivum, siga tey bæði Kirsten Mørup Jeppesen og Eivindur í Gongini í tíðindaskrivi.