Haldi meg annars hóma ein farra av ”eg veit, hvat veitst tú?”-hugburði í spurningi lektarans.
Spell, sjálvt um eg kann vænta slíkt, tí eg brúki sjálvur eitt sindur av speisemi í míni málrøktarskriving.
RIDLANDI GRUNDVØLLUR: Mín málgrundvøllur ridlar so ikki! Hví er tín yrkisgrundvøllur farin at ridla? Fái hálvavegna illgruna um, at tú hallar til at hava samhuga við ”m.d.-bólkinum” ella ”foreiningini”!?
Man eg duga at hjálpa tær? Hví fegnast tit ikki um tað, sum grein mín snúði seg um, t.v.s. TJALD, ikki TELT? Hitt við VÍK er uttanumtos.
VÍK: Eg skrivaði: Vík eitur víkar í hvørsfalli eintali. Soleiðis eru málreglurnar. Tað eitur víkarbyrgisfólk og Hoyvíkar kirkja. Sum hoyvíkingur, partvíst, (takk fyri ættarstevnuna, hoyvíkingar!) og føroysklærari veit eg sjálvandi eisini, at orðabókin góðtekur orðið, Hoyvíksfles, sjálvt um vík ikki eitur víks men víkar í hvørsfalli eintali.
SÁLARBÓTARÁ: Fær nakar annars ilt av, at vit siga Sálarbótará, sum eisini er rætt eftir mállæruni? Skulu vit ikki sleppa at siga tað?
HEYSTARDAGUR: Mætir málmenn yrkja um heystardag, sjálvt um heyst eitur heysts í hvørsfalli eintali. Ókey! Mykinesfólk búgva tó í Mykinesi, ikki mykinesarfólk!
HØVDARHAGI: Skopuningar siga Høvdarhagi um hagan norðuri við Høvdan, sjálvt um tað eftir mállæruni skuldi verið Høvdahagi. Tað er eisini í fínasta lagi.
MÁLFRØÐIHEITINI: Vilt tú hava málfrøðiheitini á hesum málfyribrigdum, so haldi eg, tað man vera betri, at tú tosar við onkran málprofessara.
MÁLRØKTARBÁTURIN: Eru vit málvinir annars ikki allir í sama málrøktarbáti? Er áralagið ikki nóg gott? Ger danska gjálvið framvegis ov nógv um seg?
Skulu vit málvinir ikki heldur samstarva og royna at basa málspillum, t.d. hesum, sum eg havi hoyrt og sæð í vørpum og bløðum í seinastuni?:
útgýtilsi, vindrætningur, tí bestu tíðina, eg sá allir bátarnir, gøgl og geil, kvart í / yvir o.s.fr., o.s.fr.
Við blíðari málfrøikvøðu
Á Borg á Argjum 12. hundadag 2009