Eivindur í Gongini deyður í India

Kendi havnarmaðurin Eivindur í Gongini doyði í gjárkvøldið í Goa í India, 73 ára gamal. Hann hevur búð í India seinastu umleið 15 árini

Kendi havnarmaðurin Eivindur í Gongini doyði í gjárkvøldið í Goa í India, 73 ára gamal. Hann hevur búð í India seinastu umleið 15 árini.

 

Eivindur í Gongini var sonur Luffu og Harald Jensen, sum búðu í Gongini í Havn. Hann var føddur í Keypmannahavn, men vaks upp í Baianstovu í Havn saman við systrunum Hannu og Tove.

 

Harald Jensen og Luffa fluttu heim til Føroya eftir kríggið. Hann var dani, hon var úr Havn, dóttir Andreas undir Kletti í Havn. Harald var kendur sum fyrsti og einasti grønthandlari í Havn, og Eivindur sum blómuhandlarin. Hann handlaði við blómum í mong ár í Gongini. Virksemið hjá teimum var sera stórt, og húsaðust tey bæði í Pæsastovu, Dandastovu og Knútsstovu við virkseminum. Í 1977 flutti handilin niðan í SMS, tá søluiðstøðin lat upp.

 

Eivindur í Gongini var ein av partaeigarunum aftan fyri SMS saman við Hans Mortensen.

 

Seinni fór Eivindur burtur úr SMS, og handilin flutti oman aftur í Gongina, í Knútsstovu.

 

Fyri um 20 árum síðani fór Eivindur á listaskúla í Danmark, men vitjaði javnan aftur í Føroyum, her hann hevði fleiri listaframsýningar við málningum.

 

Nakað eftir aldarskiftið flutti hann til Goa í India. Hann var á ferð har við listaskúlanum, hann gekk á, og var so hugtikin av landinum, at hann flutti hagar at búgva.

 

Eivindur andaðist brádliga í gjár. Hann gjørdist 73 ára gamal.