Eivind vrakaður

Bygdaráðsformaðurin á Strondum slapp ikki á uppstillingarlistan hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið

 

Mong hildu, at Eivind Jacobsen, sum er bygdaráðsformaður á Strondum, fór at stilla upp til løgtingsvalið, men tá fyrsti uppstillingarfundurin hjá Sambandsflokkinum var á Strondum, var Eivind ikki settur á listan. Hetta skriva Fregnir í gjár.

Eivind Jacobsen hevur rættiliga gjørt vart við seg farna árið. Hann hevur havt nógvar viðmerkingar í bløðunum, og hann hevur verið rættiliga bersøgin.

Men tað er okkurt sum bendir á, at sambandsfólk ikki hava hug at seta erliga sambandsmannin á uppstillingarlistan til løgtingsvalið.

Tá fyrsti uppstillingarfundurin var á Strondum, varð Tummas Eli Høj Joensen tikin fram um sum sambandsumboð hjá strandingum og skálamonnum.

? Eg havi ongar persónliga ambitiónir um at koma á ting, men eg veit, at eg eri munurin, sum hevði tryggjað samband fram um loysing, sigur Eivind Jacobsen við Fregnir.

Hóast Eivind heldur fyrsta uppstillingarfundin verða løgnan, so tekur hann avgerðina til eftirtektar.

Eivind Jacobsen var ikki á uppstillingarfundinum, tí hann var á øðrum fundi hjá Sambandsflokkinum sama kvøld.