Eivind siglt á Flesjarnar

Frystilínuskipið Eivind stendur í løtuni á Flesjunum á Tangafirði.

Sum sæst, hevur Eivind slagsíðu í bakborð. Mynd: Álvur Haraldsen.

 

 

Tað hevur tíbetur verið langt ímillum, at skip eru endað á Flesjunum á Tangafirði, men í morgun stendur frystilínuskipið Eivind á Flesjunum.

 

Hjá MRCC vátta tey, at skipið hevur siglt seg fast, men tá vit høvdu vaktleiðaran í telefonini fyri løtu síðan, vóru ikki stundir til nærri kunning um  hendingina.

 

- Eg kann vátta, at tað er frystilínuskipið Eivind, sum hevur siglt á Flesjarnar. Meira fái eg ikki sagt í løtuni, verður sagt hjá MRCC.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey hava frætt um hendingina, men tey vísa til MRCC, tá talan er um slíkar hendingar á sjónum.

 

- Vit gerast bara partur av hesum, um hildið verður, at brúk er fyri okkum, sigur vaktleiðarin, sum vísir á, at tey í løtuni einki ítøkiligt vita um málið.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Sum sæst, hevur Eivind slagsíðu í bakborð. Mynd: Álvur Haraldsen.