Hósdagin, 13. februar, andaðist Eivind Rein í Havn 73 ára gamal. Eivind var føddur og uppvaksin í Havn. Sum ungur fór hann at læra til ursmið hjá Niels.L.Arge í Havn, men hugurin stóð til sjógvin, so hann gavst har og fór til skips í 1946. Í 1951 tók hann skiparaprógv og sigldi við slupp til 1954, tá hann fekk starv sum havnaumsjónarmaður hjá Tórshavnar Havn. Hetta starv røkti hann, til hann fór frá við eftirløn í 1992, tá hann var 63 ára gamal. Eivind var grindaformaður í umleið 20 ár. Hann hevði bát, og honum dámdi sera væl at vera í fjørðinum. Hann kendi allar fiskileiðir og fiskimið í Nólsoyarfirði. Í fleiri ár var hann skipari á sluppini Westward Hoo. Eivind giftist í 1951 við Jastrid, f. í Skorðastovu, av Hvítanesi. Tey fingu 6 børn, 4 synir og 2 døtur. Friður veri við minninum um Eivind Rein.