Ein hósmorgun um mánaðarskiftið september oktober í 1979 ringdi telefonin, áðrenn eg var á fótum. Maðurin í hinum endanum á telefonini var Eivind Niclasen, og vóru ørindini at siga mær, at næsta túr skuldi eg verða skipari á Vesturvón.
Fyri meg, ein 24 ára gamlan og óroyndan mann, var hetta ein ræðandi tanki, og gav eg honum noktandi svar. Tað er ílagi, svaraði Eivind og boðaði frá, at hann kom at vitja meg, tá ið hann kom úr Sørvági leygardagin eftir.
Leygardagin eftir, meðan vit bæði konan sótu við døgurðaborðið, gekk hurðin, og Eivind kom inn. Hann setti seg við borðið yvir av mær, legði hattin á stólin við síðuna av og segði, at nú fór hann ikki útaftur, fyrrenn eg hevði játtað at fara avstað við Vesturvón næsta túr sum skipari.
Gott nokk segði eg, at so kom hann at bíða leingi, men tá ið ein góð løta var farin, og vit høvdu tosað um viðurskiftini, tóku vit lógvatak. 15. oktober 1979 byrjaði fyrsti túrur av mongum við Vesturvón.
Her byrjaði okkara vinalag. Eitt vinalag millum ein táverandi 24 ára gamlan og ein 61 ára gamlan mann. Eitt vinalag merkt av áliti og virðing. Eitt vinalag, har eg altíð visti, at hann stóð aftanfyri, og sum eg altíð sá skuggan av. Eitt vinalag, sum bar ein ungan, óroyndan, og í mongum førum skilaleysan mann fram á leið, og sum gjørdi, at skeivar avgerðir mangan vóru avmarkaðar ella fyribyrgdar á míni leið. Eitt vinalag, har ongin avtala var neyðug, og har eitt ja var eitt ja og eitt nei eitt nei. Eitt vinalag, har eg altíð, nátt sum dag, kundi venda mær til hansara um ráð.
Eivind er fluttur heim 96 ára gamal, mettur av døgum. Farin inn um brimgarðarnar og hevur lagt at í tí tryggu havn, sum hann javnt og samt tosaði og vitnaði um. Loggið er tikið inn og ger ongan snúning afturat.
Eitt lív er livað, har ongin kann ivast í, hvat var hansara lívsvirðisgrundarlag, hvat hann stóð fyri, og hvør var hansara meining. Eitt lív merkt av arbeiðssemi, røkiskapi, ábyrgdarkenslu og trúfesti.
Eivind, takk fyri, at tú tveitti meg á bláman. Takk fyri, at tú vísti mær álit og gav mær møguleikan. Takk fyri, at tú stóðst við mína lið, og takk fyri, at tú altíð vart klárur at taka undir meg og hjálpa mær, tá ið eg hevði vassað ov djúpt. Takk fyri tína fyrimynd.
.. Lat akker falla! Eg náddi havn –
farvæl, tú brúsandi bylgja!
Eg trygt meg leggi í Jesu favn,
hans, sum mær her vildi fylgja.
Og kendar røddir meg blíðar kalla,
sum akker míni so stilt nú falla
við lívsins ljósu, føgru strond..
Eivind, takk fyri alt, hvíl í friði, og má Harrin styrkja teg Elly og øll tykkara.
---
Jóhan Páll