Eivind koyrdi alt í ein leyp

- Eg haldi, eg koyri alt í ein leyp, segði maðurin í Havn, sum í kvøld fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum.

 

Tað var Eivind, ið ringdi úr Havn, sum fekk fulla plátu í Gekka-spælinum í kvøld. Høvuðsvinningurin var á 1,5 miljónir krónur, og maðurin valdi at koyra alla upphæddina í reyða leypin. - Eg haldi, eg koyri alt í ein leyp, segði hann.

Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið honum 50.000 krónur. - Vit prøva einaferð aftrat, segði hann.

Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 12.500 krónum, sum faldað við trý hevði givið honum 37.500 krónur. - Vit prøva síðstu ferð, vóru boðini hjá Eivindi.

Í triðju og seinastu royndini eydnaðist heldur ikki best hjá honum, og hesaferð steðgaði gekka-hjólið á 10.000 krónum.

Tað gjørdist vinningurin hjá Eivindi, sum í kvøld einki eftirnavn hevur, tí eftirnavnið varð ikki upplýst fyri hyggjarunum. Næsta fríggjakvøld verður høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum á 1,65 miljónir krónur.

##med2##