Hann var úr bóndahúsinum Hússtovu, sonur Matildu og Jóan Magnus Eliasen. Teir vóru tveir brøður: Líggjas, sum festi, og Eivind, sum búsettist Úti í Húsinum, sum liggur dygst niðan fyri Hússtovu.
Eivind var sjómaður í mong ár og var til skips bæði á nærleiðum og fjarleiðum. Tey seinastu nógvu árini var hann heimamaður. Nakað av tímaløntum arbeiði hevur verið í Kallsoynni av og á, tá vegir og berghol vórðu gjørd og eisini hava verið hildin viðlíka, men annars hevur Eivind røktað ta ognarjørð, sum hoyrir til húsið.
Hann giftist í 1955 við Kirstin Wolles úr Uppistovu á Trøllanesi, og tey fingu trý børn: Matildu í 1956, Eyðun í 1960 og Magnus í 1965.
Øll trý børnini búsettust í Kallsoynni - Matilda og Magnus í Mikladali og Eyðun á Trøllanesi.
Matilda eigur 4 børn: Elkin, Annitu, Magnu og Erling. Elkin býr í Noregi og skal giftast 7. august. Hon eigur tvey børn.
Magnus býr í barnaheiminum. Hann koyrir bil fyri Strandferðsluna í Kallsoynni.
Eyðun fekk sær útbúgving innan landbúnað. Fyri nøkrum árum síðani yvirtók hann ognarjørðina í Uppistovu á Trøllanesi eftir mammubeiggjan Rosenmeier og konuna Rannvá og búsettist við konuni Anju har norðuri. Samstundis røktaði hann ognarjørðina, sum hoyrdi til húsið Úti í Húsinum í Mikladali. Tá festið í Hússtovu varð leyst fyri fáum árum síðani, søkti hann og fekk festið. Sostatt hoyrir festijørðin í Hússtovu og ognarjørðin Úti í Húsinum í Mikladali og í Uppistovu á Trøllanesi saman nú.
Anja og Eyðun eiga 4 børn. Tey eita Eivindur, Alfred, Rannvá og Andrea.
Nú Eivind doyði, áttu Kirstin og hann áttu sostatt 8 ommu- og abbabørn og 2 langommu- og langabbabørn.