Báðir løgtingslimirnir hjá Sambandsflokkinum í Vágum taka frástøðu frá ætlanini at tvinna Sandoyartunnilin upp í telvingina um at fáa politiskan meiriluta fyri Eysturoyartunnlinum.
Í spurnarumfarinum hjá Sosialinum siga bæði Rósa Samuelsen og Eivin Jacobsen, at tey hava enn ikki tikið støðu til lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard um tunnil millum Streymoynna og Eysturoynna.
Tað, ið serliga fær báðar sambandstinglimirnar at ivast, eru ætlanirnar um at blanda aðrar tunnlar upp í málið. Hetta, hóast løgmaður sjálvur valdi at draga Sandoyartunnilin inn í málið, tá tað vísti seg at knípa við undirtøkuni í samgonguni fyri privatu tunnilsloysnini til Eysturoyartunnilin.
- Eg taki frástøðu frá at blanda Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin saman. Tað er ørskapur at taka 150 milliónir av fíggjarlógini at seta í Sandoyartunnnilin, og tað er eisini ørskapur at ímynda sær, at arbeiðið við Sandoyartunnlinum skal byrja í 2015. Eg viðgeri ikki uppskotið hjá Kára P. Højgaard saman við uppskoti um Sandoyartunnil. Ein slík loysn fær ikki mína atkvøðu, sigur Eivin Jacobsen.
Løgtingslimurin heldur hinvegin, at tá tað kemur til Sandoyartunnilin, skal samgongan halda seg til upprunaliga leistin.
Somu støðu hevur Rósa Samuelsen.
- Mær dámar einki ta vend, sum málið hevur tikið, har Sandoyartunnilin verður blandaður uppí. Eg eri ikki trygg við at seta 150 milliónir av á fíggjarlógini til Sandoyartunnil, samstundis sum tørvurin á pengum er stórur, bæði innan almanna-, heilsu- og skúlaøkið. Eg taki heldur ikki undir við, sum onkur annars hevur róð framundir, at knýta Vága- og Norðoyatunnilin uppí Eysturoyartunnilin. Í hvussu er ber ikki til at hesir tunnlar skulu fíggja komandi tunnlar, sigur Rósa Samuelsen.
Í spurnarumfarinum hjá Sosialinum taka seks løgtingslimir undir við lógaruppskotinum hjá Kára P. Højgaard, 14 siga seg fara at atkvøða ímóti, meðan 13 siga seg enn ikki hava tikið støðu.