- Betri ferðslutrygd er nakað sum borgarakanningin greitt vísti á, og býráðið hevur sett pening av í ár at betra um trygdina og ferðsluviðurskiftini í miðbýnum og kring Skúlatrøð

Einvegis ferðsla í Kráargøtu og Heygavegi

Í 2024 bað Klaksvíkar kommuna ráðgevarafyritøku koma við einari meting av ætlanini um at einsrættað hesar báðar gøturnar, og tað er við støði í hesum metingum, at avgerðin er tikin

- Betri ferðslutrygd er nakað sum borgarakanningin greitt vísti á, og býráðið hevur sett pening av í ár at betra um trygdina og ferðsluviðurskiftini í miðbýnum og kring Skúlatrøð

Klaksvíkar kommuna fer í næstum at einsrætta Kráargøtu norðureftir og Heygavegin suðureftir.

 

- Talan um eina royndarverkætlan, sum verður eftirmett seinni í ár. Hetta verður gjørt fyri at bøta um trygdina kring skúlaøkið.

 

Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

- Í 2024 bað kommunan ráðgevarafyritøkuna, Ráð, koma við einari meting av ætlanini um at einsrætta hesar báðar gøturnar, og tað er við støði í hesum metingum, at avgerðin er tikin.

 

Lagt verður aftrat, at henda ætlan hevur verið uppá tal í rúma tíð, og á sumri 2024 varð hetta eisini roynt, tá hesir vegir vórðu einsrættaðir í samband við vegarbeiði á Stangavegnum.

 

- Betri ferðslutrygd er nakað sum borgarakanningin greitt vísti á, og býráðið hevur sett pening av í ár at betra um trygdina og ferðsluviðurskiftini í miðbýnum og kring Skúlatrøð.

 

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at neyðug skelti eru sett upp, og broytingarnar koma í gildi frá týsdegnum at rokna.

 

- Betri ferðslutrygd er nakað sum borgarakanningin greitt vísti á, og býráðið hevur sett pening av í ár at betra um trygdina og ferðsluviðurskiftini í miðbýnum og kring Skúlatrøð