Eivør vitjar Skálavík

Eivør Pálsdóttir, fer komandi hóskvøld at hava konsert í kirkjuni í Skálavík.

Tað er ikki á hvørjum degi, at Eivør vitjar Sandoynna, men nú býðst høvi at

hoyra kendu og vælumtóktu songkvinnuna, ið hevur gjørt seg kenda langt

út um landoddar okkara við sínum sera fjøltáttaða sangstíli ? har hon mangan

flættar nýtt og gamalt saman til eina hægri eind.

 

Konsertin byrjar kl. 19.00 og er ókeypis.