Tað eru seks ár síðani, at Eivør og Dr Big Band góvu út fløguna ?Trøllabundin?, og nú kunnu tey upplivast saman aftur í Konserthúsinum í Studie 2 í Keypmannahavn 18. Mars. DR heimasíðan skrivar í dag, at konsertin verður ein blanding av fløguni Trøllabundin, og av nýggjari løgum hjá Eivør Pálsdóttir.