Ferðin hevur gingið sera væl. Nú er hon á veg heimaftur til Danmarkar at halda eina væl uppiborna páskafrítíð.
Tá vit frættu frá Eivør í gjár var hon glað og væl nøgd við konsertferðina, ið tó hevur verið sera strævin.
Leygarkvøldið spældu Eivør og Bill Bourne á spælistaðnum Flare & Derrick í Turner Valley í landslutinum Alberta. Á konsertini vóru umleið 500 fólk og allur salurin kókaði. Serliga var tað lagið hjá Teimum av Kamarinum Mær leingist, ið fekk lív í fjøldina.