Benelux International Song & Culture Festival skipar árliga fyri stórari sangkapping, Song Expo. Kappingin er í oktober og í ár komu fleiri enn 2000 løg inn úr øllum heiminum.
Eivør Pálsdóttir tók lut við íslendska grandprixlagnum ?Í nótt?. Fríðrik Erlingsson, (fyrrverandi limur í Sugarbabes við Bjørk á odda), skrivaði enskan tekst til lagið; Tonight (my love..). Thór Kormóðsson skrivaði lagið.
Lagið fekk fyrsta pláss, ?Number one award?, sum ?Best Latin Song 2003?.
Airwaves
Eivør tók lut á stóra íslendska festivalinum Icelandic Airwaves og útselt var til hennara framførslur. Nógvir fjølmiðlar og fólk innan altjóða tónleikaídnaðin fylgdu tiltakinum. Heimildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð sigur, at fleiri teirra fegnaðust um Eivør og framførslur hennara, so ilt er at siga, hvat hetta gevur Eivør í møguligum framtíðarútlitum, men áður hevur festivalurin verið lopfjøl út í heim hjá íslendskum bólkum.
Eivør er eisini í øllum íslendskum fjølmiðlum og tá festivalurin verður umrøddur, so verður hennara tónleikur spældur. Og at hava vunnið altjóða heiðursløn setir so heldur ikki Eivør í skuggan á alheims tónleikapallinum, so tað tykist ganga fram á hjá Eivør í royndunum at koma sær fram. Føroyingar kunnu fegnast um nýggju fløgu hennara, sum kemur í næstum.