Eivør unplugged á Rex

Fríggjakvøldið syngur Eivør Pálsdóttir á Rex

Fríggjakvøld er aloftast live-kvøld á Rex í Havn, og so er aftur hesa vikuna. Fríggjakvøldið fer Eivør Pálsdóttir á pallin í Rex. Eivør skal leygarkvøldið syngja til stóra tiltakið AME í Norðurlandahúsinum, men hon liggur ikki á løtu síðuni, nú hon vitjar heima.                      Fríggjakvøldið er hon í Rex og talan er eina sonevnda unplugged konsert.