Eivør, Stanley og Bubbi á Skála

tíðindaskriv

Leygardagin, 5. mai, skipar Skála Ítróttarfelag fyri stórfingnari fólkatónleikarakonsert í
Seinastu árini hevur Skála Ítróttarfelag fleiri ferðir skipað fyri forkunnugum tónleikatiltøkum. Skipað var fyri stórum dansitiltøkum við borðhaldi tá norsku dansibólkarnir Scandinavia og Sakarina vóru á vitjan, og seinni rúnarbundu Jens Lisberg, dótturin Kristel og frálíka góðir føroyskir tónleikarar gestirnar, tá tey framførdu fyri fullsettum sali í ítróttarhøllini á Skála.
Fyrst í næsta mánað roynir Skála Ítróttarfelag seg so aftur við einum forkunnugum tónleikatiltaki. Hesaferð er tað fólkatónleikararnir sum sleppa at vísa síni kynstur, men úrvalið vísir, at tað enn einaferð eru væl um tókt fólk sum fara á pallin á Skála.
Teir tríggir fólkatónleikararnir eru nevniliga ikki hvør sum helst. Okkara egnu fólk, Eivør Pálsdóttir og Stanley Samuelsen, eru bæði væl kend og væl dámd her heima, og klára seg eisini væl úti í heimi. Triði tónleikarin, sum fer á pallin á Skála fyrst í mai mánað, er íslendingurin, Bubbi Mortens. Hann telist millum allarfremstu íslendsku tónleikararnar og er eisini ógvuliga væl umtóktur í grannalondunum. At hann so samstundis er mest seljandi íslendski sangarin nakrantíð prógvar bara, at hann er ein góður tónleikari.
Tað er fyrstu ferð, at tey trý fara á pallin saman og hvør veit, um tey ikki finna upp á okkurt spennandi saman.
Forsølan av atgongumerkjum byrjaði mánadagin 11. apríl.