Eivør skuldi sungið meir á føroyskum

Tað er ein av niðurstøðunum, ummælarin hjá Gaffa kemur við, eftir at Eivør spældi í Odense í Danmark um vikuskiftið. Í Gaffa fær føroyska songkvinnnan og bólkur hennara tríggjar av seks stjørnum fyri framførsluna leygarkvøldið.

 

Sambært ummælaranum er stílskiftið hjá Eivør, frá tí fólkakenda tónleikinum og yvir í tað meiri eksperimenterandi og elektroniska popp og rockkenda, bæði gott og ringt. Á konsertini framførdi Eivør tey 11 løgini, sum eru á nýggju fløgu hennara, umframt at hon spældi fýra gomul løg. Í hesum fýra eldru løgunum vísti Eivør »vildt stemmeblær« og tað undrar ummælaran, at tað sama ikki eyðkennir nýggju løgini. Samstundis vóru føroysku løgini munandi sterkari enn tey ensku.

 

»Det engelske der blev sunget i de fleste sange var fint, men manglede det svært forklarlige ?det? der giver de færøske sange ? ja, ?det?.«, er niðurstøðan hjá ummælaranum. Tí heldur ummælarin, at hæddarpunktið var lagið Nú brennur tú í mær, har evnini hjá Eivør veruliga komu til sín rætt.

 

»Hvis man kunne kombinere fortidens kraft med nutidens fylde, tempo og tryk, ville vi alle danse på vulkaner. I stedet forlod vi salen med varme forhåbninger frem for varme fødder. Det dominerende tillægsord for aftenen blev potentiale«, skrivar gaffa.dk.

 

Les ummæli av konsertini hjá Eivør í Odense leygarkvøldið á:

gaffa.dk/anmeldelse/44068