Tað kann væl vera at, Tróndur var høvdingi í Norðragøtu. Men drotningin í Syðrugøtu eitur Eivør Pálsdóttir Øll vikan hevur snúð seg um Trónd í Gøtu. Hvar hann hevur livað, og hvussu hann hevur livað. Semja varð um, at hann hevur livað sum høvdingi í Norðragøtu, og har er nú eisini standmynd reist av honum.
Sunnunáttina fingu vit staðfest, at sangdrotningin er úr Syðrugøtu, og tað slerdi hon fast, tá hon fór á pall nakrar hundrað metrar frá barndómsheiminum.
Einki er at ivast í, at næsta standmyndin, sum verður gjørd í Gøtum, verður av Eivør. Tá Eivør fór á pall var klokkan nærum tvey, og nógv fólk vóru møtt upp á Spæliplássinum. Eivør rúnarbant fólkið og gav teimum eitt fantastiskt upplivilsi við sínum sangum.
Hon megnaði at verma alla fjøldina við síni fantastisku rødd og útstráling, og kanska hevur hon ongan tið verið betur uppløgd á palli, enn hon var á heimavøllinum leygarkvøldið.
Hetta var eitt sera virðiligt punktum fyri G!, og tað er púra víst, at G! saman við Eivør framhaldandi livir víðari. Tí slíkar upplivingar kunnu vit ikki vera fyriuttan.