Listastevnan er karmur um eina ørgrynnu av spennandi og fjølbroyttum framførslum bæði av útlendingum og av føroyingum.
Ein av okkara best kendu útisetum og songfuglum er Eivør Pálsdóttir. Hon hevur seinastu tíðina búleikast í Íslandi, og er hon nú komin heim til Føroya at framføra á heimavølli.
Mikukvøldið hevði hon eina konsert í Norðurlandahúsinum og hóskvøldið skuldi ein konsert eisini verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Eivør er komin heim til Føroya júst til hetta høvið, tí í løtuni leggur hon eina seinastu hond á eina fløgu, sum íslendska plátufelagið Tólv Tónar gevur út.