Eivør Pállsdóttir í Vesturkirkjuni

UMMÆLI


 



Fríggjakvøldið 14. desembur upplivdu vit eina minniliga konsertløtu í Vesturkirkjuni. Tað var Eivør Pállsdóttir, sum skipaði fyri, og hugtakandi bar unga songkvinnan úr Gøtu kvøldinum uppi frá byrjan til enda. Ikki bert prógvaði hon aftur, at hon hevur viðføddar songgávur út um tað, vit áður munnu hava vitað um í Føroyum, men við sínari framkomu og soleiðis, sum hon megnaði at spinna allar partar saman í eina ljómandi heild, manifesteraði hon seg eisini sum eitt sera merkisvert tónlistafólk.

Lagt varð fyri við »Nú birtast túsund jólaljós«, sum sjálvandi hóvaði sera væl til vakurt ljósskrýdda kirkjurúmið og beinavegin setti fullsetta salin í rætta jólahýrin. Fyri okkara tónleikalív er tað ríkandi, at gomlu føroysku sálmaløgini, helst sum fylgja av 1000-ára kristnihaldinum, hava vunnið áhuga av nýggjum. Vakurt er lagið til kingosálmin »Lover nu Herren«, soleiðis sum Súsanna Samuelsen við siðvenju úr Hesti sang tað inn á band, og meistarliga væl tókti mær tað lagt til rættis, har Búi Dam spældi gittara, Brandur Jacobsen slagverk og ikki minst gávuríka Unn Patursson legði aðru rødd til í duettini. Harafturímóti kundi eg illa fylgja tónleikarunum í teirra nútímansgerð av fylgispæli til klassikaran »Eg rósu upp sá næla«. Men hinvegin kundi tú ikki annað enn sita játtandi, tá Eivør í sínari tulking gav hesum gitna jólalag eitt egið uppeftirstrembandi snið móti endanum.

Klassiska arian »Nina« eftir italska tónaskaldið G. B. Pergolesi, har Stamen Stantchev hevði klaverfylgispælið, sýndi okkum, hvat raddarpotentiale Eivør hevur í sær, men eisini hvørjar skúlaligu menningartreytir mugu lúkast, skal hon, heldur enn bert eitt glampandi stjørnuskot yvir stytri áramál, kunna gerast tann sangstjørna á altjóðastigi, sum hon hevur bæði gávur og persónsmensku til.

Jólaevangeliið hoyra vit nógv um hesa tíð, men ikki ofta so hugvekjandi, sum tá Eivør bar tað fram á kórsgáttini ? eitt vágiligt hugskot í einari konsertskrá, sum tó við hennara karismatiska framburði skapti eina háborna løtu.

Ymisligt var tað við gamla kingosanginum. Av tí, sum eg sjálvur havi havt við henda sermerkta føroyska tónleikaarv at gera, tykir mær upptøkuna við Mariusi Vilhelmsen í Syðradali á Kallsoynni, har hann syngur »Et barn er født i Betlehem«, at vera eina tað ríkastu við sínum kensluborna, ótilvitaða skifti í lagnum, alt eftir sum jólaboðskapurin mennir seg í hesari aldargomlu jólavísu. At eftirgera hetta sálmaavrik, sum tók seg upp eftir hýri og umstøðum sangarans, havi eg ikki hildið vera møguligt, men Eivør gjørdi tað í stóran mun og vísti harumframt serligt hegni at bera henda improviserandi siðaarv víðari.

Sangkórið Gøta/Lorvík, sum Heðin Kambsdal stjórnar, kom nú fram á gólv, og krúnan á verkinum gjørdist tað, tá kór, solistar og tónleikarar í felag framførdu vælumtókta satsin »Pie Jesu« eftir Andrew Lloyd Webber og jólalovsongin »Halga náttin«, týddur úr svenskum.

Traditionella Luciu-gongdin er mangan langrøkjut og meira spennandi hjá teim luttakandi og teirra næstringum enn hjá áhoyrarum annars; men tá ið børnini úr 3. og 5. flokki í Gøtu skúla í hvítum klæðum og ljósi í hond umgyrdu kirkjufólkið, og Eivør so við og við savnaði tey syngjandi um seg á kórsgáttini og at enda eins og smoygdi sær inn í egna bygdarumhvørvið, gjørdist hetta ein hugtakandi fullfíggjan av einum ógloymandi tónleikakvøldi.