Eivør, Orka og Budam í Eysturríki

Fyri triðju ferð fara føroyskir tónleikarar at spæla á Atlantic Soundscapes tiltakinum. Hesuferð verða tað Eivør, Orka og Budam, sum komandi fríggjadag fara á pall í Wien Tiltakið hevur fyrr verið hildið í Belgia og í Fraklandi, og tað hevur verið sera væleydnað. Talan er um eina showcase av føroyskum tónleiki.

 

Tiltakið er skipað í tøttum samstarvi millum Uttanríkisráðið, Tutl og Norðurlandahúsið, og ætlanin er at føra føroyskan tónleik fram uttanlands.

 

Tiltakið leggur eisini upp til, at føroysk vinna fær møguleika at hitta møguligar samstarvspartnarar, hesuferð altso úr Eysturríki.

 

Atlantic Soundscapes tiltakið verður fríggjadagin 4. september, dagin fyri at føroyska A-landsliðið í fótbólti skal spæla HM-undankappingardyst ímóti eysturríkska landsliðnum.