Eivør og TV2 og P3

Seinnapartin hósdagin hevði Eivør Pálsdóttir beinleiðis framførslu á donsku útvarpsrásini, P3. Saman við Eivør var eisini TV2, sum í nógv ár hevur verið roknað millum allar fremstu rokkorkestrini í Danmark.
Framman fyri umleið 50 av ídnastu TV2-fjepparum í Danmark, vórðu nøkur av bestu løgunum hjá TV2 framførd. Og sum gestasangara hevur kendi bólkurin altso føroysku Eivør Pálsdóttir.