Í vælumtóktu útvarpssendingini Poppland á Rás 2, fekk føroyska AME tiltakið sera nógv rúm. Eivør og Teitur vóru á gátt og spældu nøkur løg harav eitt saman.
Tað tykist ikki at vera nakar ivi um hvørjar stóru føroysku stjørnurnar eru í Íslandi í hesum døgum, sjálvandi er Eivør ein teirra, men Teitur tykist veruliga at hava lagt Ísland fyri sínar føtur, nú hann á fyrsta sinni vitjar tjóðina í vestri.
Í sendingini Poppland, ið varð send frá 12.45-16.00 í gjár, varð fløgan Stay Under The Stars ummælt, av nógv virda ummælaranum Arnar Eggert Thorodsen, ið somuleiðis valdi at spæla tvey løg Don?t Want You To Wake Up og You Get Me.
Seinni í sendingini vitjaðu Eivør og Teitur. Tey spældu tvey løg í part. Teitur spældi Louis Louis, ið seinastu vikuna er vorðin ein landaplága í Íslandi. Á heimasíðuni hjá Poppland verður sagt, at ein av orsøkunum til, at íslendska tjóðin hevur tikið Teit til sín, at Teitur hevur íslendskan abba. Teitur spældi eisini føroyska lagið Tú ert ein eingil. Eivør spældi Here Are The Angels og Grát ei, síðan spældu tey saman lagið Mær leingist.