Mikukvøldið kl. 20 fáa Havnafólk og onnur eisini høvi at hoyra Tórshavnar Manskór, Felagskórið Gøta/Leirvík, Eivør og Pætur við Keldu syngja jólini inn. Konsertin er ein endurtøka av væleydnaðu konsertini, sum var hildin í Gøtu Kirkju seinasta sunnudag.
Felagskórið Gøta/Leirvík byrjar konsertina við at syngja nakrar traditionellar kórsangir, sum fyri tað mesta hoyra jólunum til. Eisini syngur Eivør við sum solistur á einum av sangunum.
Síðani syngur Eivør nakrar sangir sjálv, væl stuðla av Pæturi við Keldu á klaveri, umframt at tey bæði eisini fara at syngja eina duett.
At enda syngur Tórshavnar Manskór nakrar sangir, har Eivør verður við sum solistur í tveimum av sangunum.