Eivør og Ginman hittast aftur í DR býnum

Í fjør framførdu Eivør og kendi jazztónleikarin Ginman saman í DR býnum, og konsertin gjørdist eitt stórt hitt. Nú almannakunngerð DR, at hesi bæði aftur fara at trína á pallin í konserthúsinum.

 

 

DR skrivar um konsertina, at hon er eitt kærkomið eykanummar frá duettini, sum varð sera væl móttikin í fjør.

 

Júst eitt ár eftir, at Eivør og Ginman seinast gjørdu Studie 2 í Konserthúsinum í DR til eitt tónlistarligt ævintýr, trína tey aftur á pall.

 

Saman rópa tey seg Eivør & Ginman aftur dark. Tað er eitt tónlistarligt samstarv, sum er grundað á nakrar nýggjar sangir og nakrar gamlar klassikarar. Eivør og Ginman spæla myrkan tónleik, sum kortini letur upp fyri dramatikki og romantikki, skrivar heimasíðan hjá DR.

 

-Eivør & Ginman after dark er eitt skandinaviskt samstarv, sum vísir á norðurlendska sangskrivarasiðvenju, og traditionellan jazztónleik við eitt sindur av modernaðum og elektroniskum tónum uppi í, skrivar heimasíðan hjá DR.

 

Konsertin verður tann 28. september klokkan 20.00