Í marsmánað verður Eivør partur av Hun Solo, ið vitjar sjey danskar býir.
Hun Solo eru konsertkvøld, har kvinnur fara á pall og spæla hvør sína solokonsert. Tær, ið eru við hesaferð, eru:
Eivør Pálsdóttir, Hannah Schneider, Penny Police, Nana Jacobi og Kirstine Stubbe Teglbjærg.
HUN SOLO er byrjað av tónleikarunum Nana Jacobi og Kirstine Stubbe Teglbjærg og tónleikatíðindakvinnuni og høvundinum Anya Mathilde Poulsen.
Konsertferðaætlanin sær soleiðis út:
8. mars: Musikhuset Posten, Odense
9. mars: Musikkens Hus, Aalborg
10. mars: Fermaten, Herning
11. mars: Kulturhuset Kappelborg, Skagen
16. mars: Slagelse Musikhus, Slagelse
18. mars: Musikhuset, Aarhus
19. mars: DR Koncerthuset, Keypmannahavn.